Norrøna fer seinasta túr til Bergen í morgin, men orsakað av veðurforsøgnini siglir hon av Havnini klokkan 12 ístaðin fyri klokkan 17
Framskundaða ferðaætlanin hjá Norrønu í morgin ber við sær, at Norrøna sleppur undan meginpartinum av tí ringa veðrinum, ið boðað verður frá.
Norrøna hevur seinastu vikurnar verið í dokk og fingið nýggjar stabilisatorar, ið eisini fara at gera sítt til at túrurin verður enn betur, sita tey av Smyril Line, sum heilsa, at ferðafólk verða biðin um at møta til kekk-inn í seinasta lagi klokkan 10:30.
Fleiri enn 200 fólk verða við á túrinum.