Vánalig veðurlíkindi bera við sær, at Norrøna framskundar fráferðina úr Hanstholm í kvøld við tveimum tímum Veðurfrøðingar í Danmark boða frá, at tað er møguleiki fyri vánaligum veðrið í Hanstholm leygarkvøldið tann 28. juli. Fyri at taka broddin av vindinum, so er møguleiki fyri at Norrøna leggur frá landi leygardagin kl. 19.00 - ístaðinfyri sum vanligt kl. 21.00.
Tí vilja tey á Smyril Line heita á fólk um at møta upp til kekk inn í Hanstholm í seinasta lagi kl. 17.00
Starvsfólk á Smyril Line arbeiða av øllum alvi til tess at fáa fatur á teimum ferðafólkunum, ið skulu við Norrøna á túrinum. Túrurin er nærum útseldur og tí hava tey brúk fyri at vinir og kenningar royna at seta seg í samband við fólk sum tey vita skulu við á túrinum. Talan er heili 1300 ferðafólk, sum Smyril Line skal hava fatur á. Talan er um bæði útlendsk og føroysk ferðafólk.