Norrøna fer á Runavík í morgun, har hon væntandi leggur at kl. 10, tað segði marknaðarleiðarin Jákup Sverri Kass, við ÚF fyri løtu síðan. Veðurlíkindini gera, at teir hættaðu sær ikki á Havnina í morgun, tí vindurin var so nógvur.
Annars segði marknaðarleiðarin við ÚF, at veðrið hevði verið hampuligt á túrinum heim.
Smyril-Line hevur bussar í Runavík til ferðafólk, sum ikki hava bil sjálvi.