Norrøna er komin í eina óhepna støðu orsakað av ringa veðrinum og fær tí ikki lagt at í Hirtshals. Hon hevur ligið í fleiri tímar og bíðað beint vestan fyri Hirtshals.
Ein roynd at leggja at varð gjørd í dag, men tað gekk ikki eftir vild í nógva vindinum. Avgerð varð tí tikin um at útseta tað til í morgin og liggja í bíðistøðu.
Á myndini niðan fyri her sæst, hvar Norrøna liggur. Myndin er frá Marine Traffic.
##med2##












