Norröna fór av landinum í gjár

Norröna er í nóg góðum standi at fara av landinum til umvælingar. Tað verður ein skipasmiðja í týska havnarbýnum, Hamburg, sum fer at umvæla Norrönu.

Eftir okkara evsta mark fríggjadagin, var ætlanin, at Norröna skuldi fara av landinum til umvælingar. Kári Durhuus, fjølmiðlaráðgevi á Smyril Line, sigur, at týsku serfrøðingarnar, sum skuldu sýna Norrönu, meta, at hon er í nóg góðum standi til at sigla niður á meginlandið.
Tað verður ein skipasmiðju í týska havnarbýnum, Hamburg, sum skal umvæla Norrönu. Valið stóð í millum eina skipasmiðju í Póllandi og í Hamburg, men eftir prísi og umvælingartíð, valdi leiðslan á Smyril Line tilboðið frá skipasmiðjuni í Hamburg.
Gongur alt sum ætla verður Norröna í Hamburg manamorgunin. Á Smyril vænta tey, at umvælingarnar fara at taka ein góða mánað.
Stjórin á Smyril Line, Óli Hammer verður við á ferðini til Hamburg. Skipari á Norrönu verður Hendrik Hammer.