Við 16 atkvøðum fyri og 14 ímóti samtykti løgtingið um trýtíðina í nátt uppskotið hjá landsstýrinum um at veita Smyril Line 30 milliónir í nýggjum partapeningi
Eftir drúgva viðgerð í gjár, í gjárkvøldið og í nátt samtykti løgtingið endaliga bjargingarætlanina, hóast andstøðan og ein partur av samgonguni var ímóti uppskotinum.
Ein meiriluti í fíggjarnevndini var eisini ímóti uppskotinum, sum við aðru viðgerð varð samtykt við 15 atkvøðum fyri, 14 ímóti og eini blankari. Málið fór síðani til 3. viðgerð, har eingin tók orðið, so málið fór beinleiðis til atkvøðugreiðslu og var tá samtykt við 16 atkvøðum fyri og 14 atkvøðum ímóti.
Um løgtingið feldi uppskotið hjá landsstýrinum, so fór Smyril Line í gjaldsstegð mánadagin, og Norrøna hevði verið løgd, tá hon kom til Bergens í morgin.
Stjórin í Smyril Line, Petur S. Holm segði við útvarpið, at hann vegna starvsfólkini fegnaðist um, at løgtingið nú hevur bjargað felagnum frá húsagangi. Hann fer nú undir at broyta felagið sambært bjargingarætlanini, sum m. a. hevur við sær, at Norrøna ikki longur fer at sigla til Noregs og Skotlands.










