Norrøna endar suðuroyarsiglingina sunnudagin

Smyril, sum hevur verið í dokk í tríggjar vikur, verður aftur í suðuroyarsiglingini sunnukvøldið.

Tað sigur Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni.

Ìmeðan Smyril hevur verið í dokk, hevur Norrøna røkt suðuroyarskiglingina og hon siglur sostatt hesa vikuna afturat.

Mett var, at Norrøna skuldi røkja suðuroyarsiglingina í ein mánað, men tað hevur gingið so mikið væl at umvæla og sýna Smyril, at tað verður ikki meiri enn tríggjar vikur

Conrad Gaard Joensen, sigur, at Smyril fór úr aftur dokkini tíðliga sunnumorgunin.

Síðani eru ymsar skipanir royndar og ætlanin er at fara av skipasmiðjuni mikudagin til Skagen at bunkra.

Smyril verður aftur í Føroyum um vikuskiftið og fyrsti túrur, hann siglur, verður av Krambatanga eftir ferðaætlanini klokkan 17.30 sunnukvøldið, sigur rakstrarleiðarin hjá Strandferðsluni.

Seinastu tíðina hevur bara annar stabilisatorurin á Smyrli riggað, men Conrad Gaard Joensen sigur, at ímeðan Smyril hevur verið í dokk, eru teir báðir tiknir í botn og slitlutir skiftir, so nú er tann trupulleikin loystur.