Nú vetrarsiglingin nærkast og harvið meiri baldrut veður, skal Norrøna í dokk at fáa stabilisatorarnar umvældar.
Eingin vandi
Hóast stabilisatorarnir ikki hava virkað til fulnar í summar, er hetta ikki nakað, ið ferðafólkini hava merkt, tí veðrið hevur verið so mikið gott í summar.
At brek hevur verið á stabilisatorarnar, hevur ikki havt nakra ávirkan á trygdina umborð á Norrønu, tí stabilisatorarnir eru bert til fyri komfortina hjá ferðafólkunum.
Á høvuðsskrivstovuni hjá Smyril Line verður upplýst, at Norrøna verður tikin úr sigling 24. september, og hon kemur aftur í sigling eina viku seinni, tann 1. oktobur. Umvælingarnar verða gjørdar á skipasmiðjuni í Fredericia.
Hesa vikuna, ið Norrøna er í dokk í Fredericia, verður eingin ferðafólkaflutningur sjóvegis, men Smyril Blue Water, ið stendur fyri farmaflutninginum, fer at leiga eitt skip, ið kann taka sær av farminum, soleiðis at bæði inn- og útflytarar ikki fara at verða nervaðir av hesum, verður upplýst hjá Smyril Blue Water.










