Norrøna "testar" havnina í Ánum

Smyril Line gjørdi av at avlýsa ferðina hjá Norrønu til Íslands í gjár, tí veðrið í Íslandi var so ringt. Samstundis ynskti felagið at "testa" havnalagið í Ánum, sum verður trygdarhavn hjá Norrønu í vetur

Vetrarhavn

Norrøna fór ikki til Íslands í gjár, sum hon sambært ferðaætlanini skuldi fara.
Hendrik Egholm, marknaðarleiðari á Smyril Line, sigur, at felagið gjørdi av at avlýsa ferðina til Íslands hesaferð, tí illveður var í Íslandi.
- Vit hava ógvuliga fá ferðafólk á hesi farleiðini í vetrarhálvuni, og í gjár skuldu 40 ferðafólk við Norrønu til Íslands.
Hann sigur, at ferðafólkini í staðin fara yvir til Íslands við flogfari.
Nakað var eisini av farmi, sum Smyril Line eisini loysir á onkran hátt.

Í Ánir
Hendrik Egholm sigur, at Smyril Line gjørdi av at royna havnina í Ánum í morgun – ella at "testa" tað, sum Klaksvíkar kommuna higartil hevur gjørt har norðuri, so Norrøna kann brúka Ánir til trygdarhavn, tá ið tað gerst neyðugt í vetrarhálvuni.
- Vit vóru har norðuri í august, og tá sóu vit nøkur viðurskifti, sum máttu gerast. Nú verður so "testað", hvussu tað, sum gjørt er, virkar, tá ið skipið er í Ánum.
Hendrik sigur, at enn hevur hann ikki fingið nakra afturmelding frá skiparanum á Norrønu, men hann væntar, at okkurt fæst at vita um, hvussu vorðið er, sum dagurin líður.

Til Noregs
Norrøna fór norður til Klaksvíkar tíðliga í morgun og verður væntandi aftur á Havnini seinnapartin.
Marknaðarleiðarin sigur, at Norrøna fer aftur í regluliga sigling hósdagin, tá ið farið verður av Havnini til Noregs.
- Síðan siglir skipið aftur eftir ferðaætlanini aftur, sigur Hendrik Egholm.