Oljuráðstevna, Lerwick
Jan Müller
Morgan Goodlad, stjóri í hetlendska oyggjaráðnum, The Shetland Island Council, nevndi í sínum innleggi, at hóast fiskivinnan, við alingini á odda, stendur fyri størsta partinum av búskapinum eftir veitingarnar frá stýrinum, so er kreppa í hesi vinnuni. Stór afturgongd er í veiðuni eftir toski og hýsu. Hetland hevur orsakað av minkaðu kvotunum verið tvungið til at minka um henda partin av flotanum við 25% teir seinastu 12 mánaðirnar. Tað vil fáa álvarsligar fylgjur fyri tey mongu fólkini, sum manna skipini, fyri fólk í landi, sum framleiða ís, fólk í matvøruídnaðinum og hópin av øðrum. ?Hetta er nakað, sum enn ikki er farið at merkjast veruliga í samfelagnum, men talan er um eina sera álvarsliga støðu sigur Morgan Goodlad. Úrslitið er, at landingar av fiski í Hetlandi eru minkaðar við eini helvt. Samtundis hevur tað tó víst seg at standa betri til í tí partinum av fiskiflotanum, sum veiðir pelagiskan fisk. Hesin er í stórum vøkstri og stendur fyri 23% av inntøkunum í fiskivinnuni. Hetlendingar hava gjørt stórar íløgur í ein sera nýtímans nótaflota.
Tað, sum er ringt fyri ein, kann so vera gott fyri ein annan. Morgan Goodlad sigur, at henda støðan sjálvandi fer at økja um eftirspurningin eftir fiski úr Føroyum. Tað hendir longu nú. Tá Norrøna kom til Lerwick týsdagin, sama dag sum oljuráðstevna varð hildin har, vóru 15 bingjur við feskum fiski úr Føroyum. Nakað fór í land í Hetlandi, nakað fór til Skotlands og so víðari til Bretlands.
Hóast oljan oftani verður havd á lofti, tá tað um Hetland viðvíkur, so er tað sum sagt í veruleikanum fiski- og alivinnan, sum standa fyra størstu inntøkunum til samfelagið, í dag umleið 42%, harav alivinnan útger langt tann størsta partin, umleið 62% av framleiðsluni í fiskivinnuni. Olja stendur fyri 16% av inntøkunum, meðan ?Council Spending? tvs. tað oyggjaráðið rindar, stendur fyri 33%. Hetta eru í stóran mun inntøkur, sum eru komnar frá oljuvinnu og pengum úr Skotlandi, og sum mest verða brúkt til infrastruktur, mentan og skúla, eldraøkið oa. Ferðavinnan stendur fyri 4% og landbúnaðurin somuleiðis. Flestu arbeiðsplássini í Hetlandi í dag, 63%, eru í tænastuvinnuni og hetta er nakað, sum hetlendingar ynskja broytt og tí hyggja teir eisini nógv til Føroyar fyri at finna fram til, hvussu man kann økja um tann framleiðandi partin av búskapinum, her m.a. fiskivinnuna, ein støða, sum tó er torfør, nú kvotuavmarkingar hava lagt stóran part av flotanum.
Nú oljan minkar og harvið inntøkur til størsta arbeiðsgevaran í Hetlandi, Shetland Island Council, minka, merkir tað, at inntøkur mugu koma aðrastaðni frá, tvs.frá framleiðandi vinnulívinum, og tað verður tí nógv gjørt í Hetlandi fyri at menna ymsar framleiðslur so sum landbúnað, og stórur dentur verður lagdur á marknaðarføring av bæði lambskjøti, aldum fiski oø.
Tað, sum hevur hildið lív í stórum parti av hetlendska samfelagnum, eru teir mongu grunnarnir, har oljupengarnir eru goymdir. Men minkar oljuframleiðslan, so gongur tað eisini út yvir hesar grunnar, sum tá standa í stað ella minka.
Norrøna alstóran týdning
Morgan Goodlad, sum er nevndarlimur í Smyril Line, vónar, at samstarvið um Norrønu kann gagna bæði Føroyum og Hetlandi, og vísir á, at eitt nú flutningsleiðin hjá Norrønu kann vera við til at bøta um støðuna í hetlendska fiskiídnaðinum, nú man kann fáa rávøru úr Føroyum sjóvegis.
Uppá fyrispurning um hetlendingar eru sinnaðir at seta fleiri pengar í Norrønu, um skipið ikki fer at mangla kapital, sigur Morgan Goodlad, at tað enn ikki er tørvur á meiri peningi. Tey royna at fáa vetrarskránna at virka. ?Vit hava havt eitt gott summar, sum kann verða við til at lyfta fyri veturin, men tað er ikki nokk, tú mást eisini finna eina lønandi vinnu fyri veturin.
Tá tíðirnar ikki eru alt ov góðar eru altíð gitingar í luftini. Morgan Goodlad vísir avgjørt tí gitingini aftur, at hetlendingar við sínum mongu oljumilliónum kundu hugsað sær at yvirtikið Norrønu, um hon ikki ber seg. ?Tað hava vit ongar ætlanir um. Vit vilja bara vera við til at skapa eina rutu, sum ber seg.
-Men hví ikki sigla til Edinburg ella Aberdeen, har tað er ein nógv størri kundaskari heldur enn til eitt so lítið pláss sum Lerwick?
-Eg fari at venda spurninginum og spyrja, hví sigla uppá Tórshavn. Um tað bara er talan um at fylla skipið, so burdi man farið til Karibiska havið alt árið og ikki til Lerwick, Tórshavn og Seyðisfjarðar yvirhøvur. Eg havi altíð skilt, at okkara íløga var fyri at tæna okkara smærru samfeløgum. Vit gjørdu eina strategiska íløgu, har vit vilja hava Norrønu at sigla uppá Lerwick eins og tit vilja hava hana at sigla uppá Havnina. Hetta merkir, at vit ikki í næstu framtíð eru áhugaðir í sambandi við Skotland. Partaeigarnir ynskja at fáa lønsemi úr eini íløgu, sum dúvar uppá verandi rutu.
Morgan Goodlad leggur aftrat, at hetlendingar hava júst sama áhuga í Norrønu sum føroyingar hava tað, nevniliga at skipið kann vera við til at økja flutningin av fólki og góðsi til og frá Hetlandi. Morgan Goodlad sær eisini fegin, at Atlantsflog fer at flúgva uppá Hetland.
Morgan Goodlad ivast annars ikki í, at spurningurin um at finna olju við Føroyar, er ein spurningur um tíð. Hann trýr eisini uppá eitt gott samstarv millum føroyingar á hetlendingar á oljuøkinum. ?Vit hoyrdu Stephen Timms, oljumálaráðharra tosa um at lýsa fleiri nýggj leitiøki vestan fyri Hetland út til oljufeløgini og vónandi fer tann útbjóðingin at gagna øllum økinum.