Í ár hevur Smyril Line tó valt at broyta hetta. Teir hava lagt ein túr til Skottlands inn í summarsiglingina hjá Norrønu, so nú hava føroyingar aftur møguleika at sigla til Skottlands. Hvønn mánadag í summarhálvuni fer Norrøna at sigla á skotska býin, Scrapster.
Jákup Sverri Kass á Smyril Line sigur, at teir hava gjørt nógv burtur úr at lýsa henda møguleikan bæði í Føroyum og í Bretlandi. Smyril Line hevur eisini avtalur við frítíðardeplar í Skottlandi.
- Ja, vit hava gjørt nógv fyri at lýsa hetta væl. Nú hava føroyingar ferðast til Danmarkar í nógv ár, og tí vilja vit geva fólki eitt alternativ fyri Danmark. Her hava vit valt at sigla til Skottland, og vit hava eisini fingið avtalur í lag við frítíðardeplarnar, Park Dean Holidays, sum finnast um alt landið. Hetta eru støð, sum liggja úti við strendurnar, og tey eru sera barnavinarlig, sigur Jákup Sverri.
Hann sigur eisini, at hetta er nakað fyri tey, sum vilja royna nakað nýtt. Skottland er eitt sera vakurt land, og tí kunnu fólk m.a. saktans fara niður har at uppliva ta vøkru náttúruna.
Smyril Line hevur valt at royna siglingina til Skottlands í eitt ár fyri at vita, hvussu hetta fer at rigga, og Jákup Sverri sigur, at sølan hevur gingið heilt væl higartil.