Norrøna aftur í dokk á nýggjárinum

Síðst í farna mánað var Norrøna í dokk í Danmark at fáa umvælt annan stabilisatorin, men arbeiðið gjørdist ikki liðugt, og tí skal Norrøna aftur í dokk á ársskiftinum.

Jógvan í Dávastovu, trygdarleiðari hjá Smyril Line, sigur, at tað er stýriborðsstabilisator, ið tað er galið við, sum tað eisini hevur verið megin partin av summarsiglingini hjá Norrønu.

Onga ávirkan á trygdina
- Vit hava tó framvegis stabilisatorin í bakborð, og tað merkir, at vit framvegis hava eina stabilisatoreffekt upp á okkurt um 60-70 prosent, sigur Jógvan í Dávastovu.
At annar stabilisatorin ikki virkar hevur tó onga ávirkan á trygdina, tí hann hevur ikki einki við trygdina hjá skipinum at gera. Talan er bert um ein spurning um komfort, leggur Jógvan í Dávastovu dent á.
Norrøna skal hesaferð í dokk í Hamburg í Týsklandi, og tað verður sjálvan nýggjársaftan. Skipið fer í sigling aftur leygardagin 7. januar 2006.