Norrøn heiðursviðurkenning veitt Henningi Jacobsen, fyrrverandi landsverkfrøðingi

   

 

Tvey ár eru nú runnin, síðan táverandi landsverkfrøðingur, Henning Jacobsen, upp undir jól fekk vakra jólakortið við bestu ynskj-um um eini gleðilig jól og alt gott í komandi ári, væl og virðiliga undirritað av Arna Poulsen, vinnu-mála-stjóra og Finnboga Arge, táverandi landsstýrismanni, hetta samstundis sum hann við enn ókendari grundgeving fekk uppsøgn frá somu monnum.

Sigast kann, at farið er farið, skaðin er hendur, og at einki gerst við tað, men niðurløgd verður henda nú tiltiknasta, mest háðandi og óinntonkta jólaheilsan í Føroya søgu so ongatíð.

Eg skal við hesum bert ynskja Henningi Jacobsen hjartaliga til lukku við ærumiklu heiðursviðurkenningini frá norrøna vegasamtakinum NORDISK VEJTEKNISK FORBUND, íð fevnir um londini Finnland, Svøríki, Noreg, Danmark, Føroyar og Ísland og sum nú seinastu árini eisini hevur fingið tilknýti til baltisku londini.

Gleðilig jól.

Heini Olsen