Nornagestur og Kolumbus lagdir

Fyri góðari viku síðan gjørdi reiðarin Tummas Christophersen av at leggja partrolararnar, Nornagest og Kolumbus - Tað er nógv dýrari at hava skipini siglandi enn at binda tey við bryggju. Vit leggja skipini, meðan vit enn eru førir fyri at svara hvørjum sítt.

Tað sigur Tummas Christophersen, reiðari í Vestmanna.

Seks mans hava seinastu tíðina verið við hvørjum skipi, og reiðarin dugir í løtuni slett ikki at meta um, hvussu verður við skipum og manning frameftir.

- Hetta gongur slett ikki, og tí hava vit valt at binda skipini.

Reiðarin sigur, at tað hevur gingið heldur trekt at manna Nornagest og Kolumbus í longri tíð, men høvuðsorsøkin til, at skipini nú eru løgd, er, at raksturin hongur ikki saman.

- Um fyritreitirnar ikki broytast, soleiðis at oljan antin lækkar í prísi - ella at prísurin á upsa fer upp - er eingin vón fyri lønandi rakstri hjá hesum skipum, sum støðan er í løtuni, sigur hann.

Hann vísir á, at hetta eru gomul skip, sum ikki fiska tað sama sum tey nýggjaru, men hinvegin brúka tey heldur ikki líka nógva olju.

- Raksturin hongur bara ikki saman, og tí liggja skipini nú bundin við bryggju, sigur Tummas Christophersen, reiðari.