Hóast tað stundum var trupult, so minnist eg Føroyar fyri nakað gott, sigur Finn Normann Christensen, sum mitt í 90?unum var skrivstovustjóri í landsstýrinum Morgunsendingin á Rás2 tosaði í fyrrapartin við Finn Normann Christensen, sum í 1995 og 1996 var ein sentralur persónur í føroysku miðfyrisitingini. Hann var skirvstovustjóri og stóð fyri bygnaðarbroytingum í umsitingini.
Nú starvast Finn Normann Christensen í danska uttanríkisráðnum, har hann serligast fæst við altjóða samstarv.
- Tíðin í Føroyum var eitt positivt upplivilsi, sum eg beri við mær. Fólk, sum kenna meg, vita, at eg ofta tosi um Føroyar, og eg royni eisini at fylgja við, hóast eg ikki havi vitjað aftur í Føroyum, síðani eg arbeiddi har, segði Finn Normann Christensen við Rás2 í morgun.
- Hóast tað stundum var trupult, so minnist eg Føroyar fyri nakað gott, og eg og konan hava eina ætlan um at fara á eina longri feriu í Føroyum og Íslandi, segði hann.
Samrøðan við Finn Normann Christensen verður endursend á Rás 2 í kvøld klokkan 20.30.