Norman vann á Eidesgaard

Soleiðis ljoðaði ein stór yvirskrift í Dimmalætting 6. august og bóru útvarp og sjónvarp somu tíðindi

Tíðindini eru frá einari frágreiðing sum løgtingsformaðurin eftir áheitan frá landsstýrismánanevndini hevði biðið ein kanningarstjóra um at gera.

Frágreiðingini er uppá 108 blaðsíður umframt útskriftir úr gerðabókum og próvskjøl av ymiskum slagi. Upplýst er at frágreiðingin kostar føroyska skattaborgaranum 560.000 kr.

Niðurstøðan í frágreiðingini vísir, at Norman vann og Eidesgaard tapti. Vit eru nógv sum kenna málið, og vit undrast ikki yvir niðurstøðuna hjá kanningarstjóranum. Málið um bygnaðarbroytingarnar er so væl dokumenterað, talan er eitt umsitingarligt handverk av góðum slagi. Og so er tað heldur ikki fyrstu ferð Norman vinnur á Eidesgaard.


Vánaligur tapari

Ein løgin niðurstøða, sigur vánaligi taparin Jóannes Eidesgaard í viðtalu við Sosialin. Eidesgaard sigur eisini, at tað í frágreiðinigni frá Dánjal Magnussen er komið fram, at bygnaðarbroytingarnar vóru orsøk til at Javnaðarflokkurin fór úr samgonguni.

Hesum mótmælir Eidesgaard eisini. Hetta er ein partur av orsøkini, men ikki øll orsøkin. Sannleikin er, sigur Eidesgaard, at javnaðarflokkurin fór úr samgonguni, tí nógv av málunum, sum fóru úr Tinganesi, manglaðu politiska viðgerð. Tað vildu vit ikki lata okkum lynda og tí fóru vit. Eidesgaard sigur at málini vórðu skundað ígjøgnum við meirilutasamtyktum har javnaðarflokkurin sat einsamallur í minniluta.


Nýtt tap í hendi

Hesin pástandur hevði hildið eins illa yvir fyri einum kanningarstjóra, sum pástandirnir um Norman. Tá javnaðarflokkurin var farin úr samgonguni, og Eidesgaard bar hendan pástandin fram, bað eg Hjalgrim Hilduberg, stjóra, gera upp hvussu ofta kollegiala landsstýrið tók avgerð við atkvøðugreiðslu. Uppgerðin vísir at bert tríggjar atkvøðugreiðslur eru farnar fram í øllum tíðarskeiðinum frá 1994 til og við 29. mai 1996, ongin í 1996. Orsøkin til hesar atkvøðugreiðslur var, at tað snúði seg um persónar/starvssetanir. Aftur eitt dømi um, at formaður javnaðarfloksins fer sera lætt um sannleikan, og at hann eina ferð enn hevði tapt var málið kannað av kanningarstjóra.


Hvat siga javnaðarmenn?

Innanflokka fær málið als ongar avleiðingar fyri Jóannes Eidesgaard, tí hann hevur allan flokkin aftan fyri seg, veit Sosialurin at skoyta uppí. Kann hetta vera rætt? Tað sær út til at vera próvfast at grundgevingarnar fyri at Jóannes Eidesgaard kastaði javnaðarflokkin úr samgongu út í andstøðumyrkur byggja á blonk ósannindir. Ein sakkøn frágreiðing uppá 108 síður, umframt skjølini, staðfestur at Jóannes segði samgonguna upp orsakað av pástandum um bygnaðarbroytingarnar, pástandum sum eru ósannir. Eidesgaard viðgongur at hetta er ein partur av grundgevingunum, men nevnir aðrar grundgevingar, sum ein uppgerð frá fyrrverandi stjóranum í Tinganesi vísur ósannar at vera.

Eg havi ilt við at trúgva, at allir javnaðarmenn, serliga aftaná sjónleikin á Fólkatingi í sambandi við bankamálið, eru fegnir um, at teirra flokkur er uttan fyri alla ávirkan orsakað av skeivum avgerðum, tiknar á ósonnum grundarlagi. Tað sum verri er, javnaðarflokkurin er ikki nakað alternativ til verandi loysingarflokkar. Hann vil eisini loysa, men sleppur ikki uppí part. Einasta alternativið er Sambandsflokkurin. Munnu javnaðarmenn ikki nú av álvara fara at seta floksformanninum nakrar kontantar spurningar?


Edmund Joensen