Farmaskipið M/S Norland hjá Faroe Ship er selt til Libanon - og er skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskrásetingini.
Farmaskipið m/s Norland hjá Faroe Ship, sum hevur ligið til sølu á Hulki síðani mars 2009, er nú selt. Keyparin, ið er úr Libanon, hevur gjørt av at varðveita skipið undir føroyskum flaggi í FAS skipanini.
Ætlanin er at sigla skipið niður til Libanon í næstum, har tað skal umbyggjast til at sigla við livandi neytum millum evropa og miðeystur.
Skipið er 86 metrar langt, hevur trý dekk og ein góðan stabilitet. Tað er tí væl egnað til hetta endamál. Tað er skipsmeklaravirkið MARETEC á Argjum, sum skipaði fyri søluni av Norland.