Norkur country sangari vitjar í september

Tað er kanska góð tíð enn, men tey sum dáma væl countrytónleik og dans, kunnu longu nú byrja at gleða seg til árliga country-dansin, sum AB skipar fyri.
Í ár verður hesin hildin ann 16. september, og verður tað aftur í ár Ítróttarhøllin á Hálsi í Havn, sum verður karmur um tiltakið.
Høvuðsnavnið er norski Ove Støylen, sum hevur verið sera vælumtóktur, og afturat sær hevur hann Twilight, so keðiligt verður tað undir ongum umstøðum.
AB-stuðlarnir siga frá, at forsølan til dansin verður lýst nærri innan alt ov langa tíð.