Finnur Fríði er í dag í Selje í Noregi og landar makrel, sum teir hava fingið í ES-sjógvi. Finnur Fríði byrjaði at landa í morgun, og ætlandi verður liðugt at landa eina ferð í kvøld.
Finnur Fríði, sum hevur roynt í ES-sjógvi, hevur 520 tons av makreli hendan túrin. Teir fáa millum sjey og átta norskar krónur fyri kilo, sigur reiðaríið.