Finalan verður 29. mai, og 25 lond luttaka. Fimm av tveimum eru beinleiðis klár til finaluna - Frakland, Spania, Stórabretland, Týskland og verturin Noreg. Hini londini mugu í tvær undanfinalur fyri at kvalifisera seg til finaluna.
Hetta er triðju ferð, NRK er vertur fyri Grand Prix. 1986 var kappingin í Bergen og 1996 í Oslo. Higartil er ikki nógv komið út til fjølmiðlarnar um, hvussu kappingin í ár verður hildin.
Fíggjarkreppan merkist eisini í Grand Prix, og heili fýra lond hava meldað avboð vegna vánaliga fíggjarstøðu. Hesi eru Ungarn, Montenegro, Andorra og San Marino.
Kekkia hevur givið upp, eftir at hava fingið vánalig pláss seinastu tríggjar ferðirnar. Georgia er harafturímóti við aftur, eftir at hava verið burtur í eitt ár.