Noreg verjir borg

Norsku kvinnurnar hava eisini staðið seg avbera væl. Tær hava spælt seg víðari úr bólki sínum, og bíða nú eftir at sleppa at spæla fjórðingsfinalu.

Kappingin er soleiðis fyriskipað, at tað fyrst var spælt eitt innleiðandi bólkaspæl, har Noreg var í bólki við londum, sum Angola, Dominikanska Lýveldinum og Eysturríki.

Noreg vann allar sínar innleiðandi dystir, og kom trygt víðari.

 

Síðani varð spælt eitt Miðbólkaspæl, ið framvegis er í gongd. Eftir hetta fara trý tey bestu liðini úr hvørjum av teimum báðum Miðbólkunum, saman við tveimum teimum bestu á fjórða plássi, víðari í fjórðingsfinalurnar.

 

Hálvfinalur og finalan verða avgreiddar í vikuskiftinum, og fer Kringvarp Føroya at vísa frá hesum dystum.

 

Noreg hevur havt eitt sera sterkt kvinnulandslið í hondbólti í nógv ár, og útskiftingin hevur verið stór, hvat leikarum viðvíkur, men eitt broytist ikki, og tað er venjarin.

Sera ágrýtna Marit Breivik stendur enn við stírisvøðlin hjá norsku kvinnunum, og tær mugu nú sigast at vera eitt slag av favorittum til at vinna gullið, ið Russland vann til seinasta HM.

Ongin ivi man vera um, at Marit heldur enn fegin vil hava gullheiðursmerkini aftur til Noregs, har tey ikki hava verið í eina tíð.

 

Dystirnar hjá Noregi higartil:

NOR-ANG 32-26

DOM-NOR 19-42

NOR-AUT 33-20

------------

MAK-NOR 22-34

NOR-RUS 22-21

NOR-KRO 35-29

FRA-NOR (Verður spældur týsdagin 11.desember klokkan 18:15 føroyska tíð)