Norska stjórnin hevur sett í verk eina nýggja stuðulsskipan, sum veitir stuðul til agn til útróðrarmenn, sum fiska við línu.
- Seinastu árini eru prísirnir á agni tvífaldaðir. Fyri at bøta um støðuna, verður i 2025 sett í verk ein skipan, sum veitir stuðul til agn.
Tað sigur norski fiskimálaráðharrin, Marianne Sivertsen Næss, við www.kystmagasinet.no
Hon vísir á, at endamálið við skipanini er at hjálpa útróðrarbátum, sum fiska við línu, við likviditetsstøðuni.
- Endamálið er at minka um serligu útreiðslurnar til agn og egning í 2025, sigur hon.
Skipanin er galdandi fyri allan útróðrarflotan, sum fiskar við línu, men er ikki galdandi fyri tey størru línuskipini.
Sagt verður, at nýggja skipanin loyvir agnískoyti, sum í mesta lagi kann verða 200.000 norskar krónur fyri hvønn útróðrarbát.
Meira um hetta kann lesast á - https://www.kystmagasinet.no/egnetilskudd-linefiske-regjeringen/ny-tilskuddsordning-for-agn-i-linefisket/1870049
Lesið eisini: https://www.in.fo/news-detail/norski-utrodrarflotin-faer-brennioljustudul