Talan var um eina reina norðurlendska finalu í EM-endaspælinum í hondbólti fyri kvinnur, sum júst hevur verið í Ungarn. Noreg og Danmark hittust í finaluni, og tað var eitt sindur óvæntað. Tað var ikki so óvæntað, at Noreg skuldi verða annar luttakarin í finaluni, men hinvegin var tað ógvuliga óvæntað, at Danmark skuldi koma so langt, tí talan var um eitt so at siga spildurnýtt danskt lið, ið skuldi nýta EM-endaspælið sum eitt høvi til at fáa nýggja liðið samanspælt.
Løtt uppgáva hjá Noreg í hálvfinaluni
Tey flestu hildu óivað, at talan fór at verða um eina trupla uppgáva hjá Noreg í hálvfinaluni leygardagin, tá ið tær skuldu spæla móti lokalu favorittunum úr Ungarn, men so var ikki. Noreg vann ein knúsandi sigur á vertunum, og tølini 44-29 tala fyri seg í so máta.
Danmark hevði eisini ein trupla uppgávu í hálvfinaluni, tá ið tær skuldu dystast við stóru kvinnurnar úr Russlandi. Hesin dysturin gjørdist eisini væl javnari, og tað var ikki fyrr enn móti endanum av dystinum, at donsku kvinnurnar fingu luft niður til mótstøðuliðið, og tær vunnu dystin 31-27.
Persónlig mistøk kostaðu
Finalan millum tey bæði norðurlendsku liðini var ógvuliga jøvn og spennandi, og eitt skifti sá tað út til, at Danmark fór at strúka avstað við gullinum framman fyri nøsini á norsku favorittunum, men nøkur persónlig mistøk kostaðu danska liðnum dýrt seinastu løtuna av dystinum.
Danmark hevði annars verið á odda, tá ið ikki so nógv tíð var eftir at leika, men so vóru tað kanska tey so vælkendu gummibeinini ella armarnir, sum fóru at gera vart við seg. Kanska týdningarmiklasta persónliga mistakið kom stutt fyri tíð, tá ið Noreg var á odda 26-25. Danmark var í álopi, men Mette Sjøberg, sum annars hevur verið ein av mest eyðsýndu leikarunum á danska liðnum í EM-endaspælinum, misti óneyðugani bóltin, og norsku kvinnurnar kundu gera skjótt av og fara oman í hin endan av vøllinum og skora til endaliga úrslitið 27-25 ístaðin fyri, at Danmark kanska hevði javnað til 26-26.
Fagnaðurin á norsku kvinnunum var sjálvsagt ovurhonds stórur, nú tær endiliga høvdu bast Danmark, sum tær so mangan áður hava tapt stórar finalur ímóti. Í Danmark eru tey hinvegin ikki vónbrotin av finaluósigrinum.
Gamaní hevði Danmark við eitt sindur av hepni kunna ognað sær gullið, men undan EM-endaspælinum var tað neyvan nakar hondbóltsserfrøðingur í Danmark, sum hevði roknað við, at kvinnulandsliðið skuldi standa seg so mikið væl í kappingini. Tey flestu mettu, at liðið fór at spæla seg til millumspælið, men so var eisini liðugt. Tí verður úrslitið hjá donsku kvinnunum mett sum ómetaliga gott, og









