Noreg vann EM

Norsku hondbóltskvinnurnar hava vunnið europameistaraheitið

 

Seinnapartin í dag varð finalan í EM í kvinnuhondbólti spæld. Í finaluni vóru Noreg og Spania, og liðini spældu ein tættan og spennandi dyst.

Í seinna hálvleiki hevði Noreg leiðsluna, men hon var stundum tepur, og Spania lá allatíðina og lúrdi eftir møguleikanum at javna.

Men við nøkrum frálíkum bjargingum av norska málmanninum seint í dystinum vunnu norsku kvinnurnar sær avgerandi munin og vunnu finaluna 28-25.

Stór útskifting hevur verið á norska liðnum, og tí høvdu tey ikki roknað við, at liðið fór at vinna EM. Hetta er sættu ferð, at Noreg vinnur EM í kvinnuhondbólti.

Svøríki vann bronsudystin ímóti Makedonia.