Noreg vann eftir stórt drama

Tá klokkan vísti 28:44 førdi Noreg 28-25.

Korea skorar, og brýtir tvær ferðir og skora aftur. Klokkan vísir 29:50 og støðan er javnleikur 28-28, og koreanar haldi seg hava vunnið rættin til umdyst. Men í tí doyggjandi sekundinum av dystinum fer Gro Hammerseng ígjøgnum og bankar bóltin í koreansku netmeskarnar til 29-28 til Noreg. Koreanar klaga um, at tíðin er farin, men tá løta er farin er sigurin staðfestur. Noreg er í finaluni við OL í Beijing.