Noreg vann í Dublin

Norðurlendsku fótbóltslandsliðini hava roynt seg í venjingardystum í kvøld.

 

Morten Gamst Pedersen og Erik Huseklepp syrgdu við hvør sínum máli fyri, at Noreg vann 2-1 á Ìrlandi á útivølli. Sigursmálið hjá Huseklepp fall stutt undan leikloki, og Noreg fekk staðfest hví teir eru nummar 12 á styrkislistanum hjá FIFA.

 

Danmark tók ímóti Kekkia í Århus, og endaði dysturin við javnleiki 0-0. Michael Krohn Dehli brendi eitt brotsspark fyri Danmark, tá lítið meir enn eitt korter var farið av dystinum.

 

Svøríki tók ímóti HM-bronsuvinnarunum úr Týsklandi, og tann dysturin endaði eisini við javnleiki 0-0.

 

Ìsland fekk eina ringa byrjan ímóti Ìsrael í Tel Aviv. Tá bert 27 minuttir vóru farnir, vóru ísraelsmenn á odda 3-0, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan. Ìslendska liðið reisti seg tó ímóti dystarenda, og seinasta korterið minkaðu Alfreð Finnbogason og Kolbein Sigphórson um munin, men tað var ikki nóg mikið, Ìsrael vann 3-2.