Noreg valdi reytt - og grønt

Javnaðarflokkurin er aftur landsins størsti, meðan Teir Grønu høvdu størst framgongd, saman við Miðflokkinum.

Kommunuval hevur verið í Noregi í kvøld og tað er sitandi andstøða, sum hevur størst orsøk til at fegnast.

 

Norski Javnaðarflokkurin hevur skift formann síðani stórtingsvalið í 2013, og er hetta fyrsta valið hjá Jonas Gahr Støre sum formanni. Hann hevur alla orsøk at fegnast í kvøld. Javnaðarflokkurin er aftur landsins størsti flokkur og fær umleið ein triðing av atkvøðunum. Hetta er besta kommunuval hjá flokkinum í fleiri ártíggju. Harumframt hevur flokkurin vunnið aftur valdið í fleiri av størstu býunum í Noregi. Bergen hevur havt bláa stjórn í 12 ár, men verður nú reytt, meðan Javnaðarflokkurin aftur er vorðin størsti flokkur í Oslo . Flokkurin fer 1,4 prosentstig fram um alt landið. 

 

Harumframt er Javnaðarflokkurin størsti flokkur í 17 av teimum 19 sýslunum í Noregi.

 

Størstu framgongdina hevur tó Umhvørvisflokkurin Tey Grønu. Flokkurin fer 3,2 prosentstig fram, til 4,1 prosent og hevur staðfest sína støðu sum ein veruligur flokkur í norskum politikki. Tað er serliga í størru býunum og á eysturlandinum at flokkurin hevur staðið seg val. Í Oslo fær flokkurin undirtøku frá gott og væl  níggju prosentum av veljarunum og er tí 3. størsti flokkur í Oslo. Góða úrslitið í Oslo ger, at tað eru Tey Grønu, sum avgera, hvørt tað verður Javnaðarflokkurin, sum tekur við valdinum í Oslo, ella um flokkurin velur at stuðla sítandi býarstjórn hjá Høgra.

 

Norski Miðflokkurin hevur eisini havt eitt gott val, sum er við til at styrkja fatanina, at rákið gongur frá norsku stjórnarflokkunum móti vinstru. Norski Miðflokkurin hevur eina framgongd upp á tvey prosentstig.

 

Kommunistiski flokkurin Reytt hevur eina lítla framgongd, men hevur fingið eitt brak av einum vali í Tromsø, har flokkurin fær 14,6 prosent av atkvøðunum, fyrst og fremst takkað verið einum sera væl umtóktum valevni á ovasta plássið á listanum. 

 

Líka gott, sum valið hevur verið hjá Javnaðarflokkinum, líka ringt hevur tað verið hjá Høgra. Sum ein viðmerkjari skrivar í norska Aftenposten, so tapti flokkurin Noreg og størstu býirnar. Afturgongdin um landið er 5,1 prosentstig og flokkurin er størsti taparin á valinum. 

 

FRP hevur heldur ikki nógv at gleðast um. Í einstøkum kommunum er framgongd at síggja, men landsundirtøkan er undir 10 prosent, 9,6 prosent, sum er ein afturgongd á 1,6 prosent.

 

Stuðulsflokkarnir hjá verandi stjórn halda tørn nøkunlunda. Vinstra fer 0,8 prosentstig aftur til 5,5 prosent, meðan KRF stendur í stað, eisini á 5,5 prosentum. Sosialistiski vinstraflokkurin stendur eisini í stað og fær 4,1 prosent av atkvøðunum.