Noreg umhugsar strangari krøv til oljuboringar

Vanliga verður Noreg roknað sum eitt land við strongum reglum um millum annað trygd, men oljuóhappið í Meksikoflógvanum hevur kortini fingið norðmenn at umhugsa at herða krøvini í sambandi við oljuboringar á sjónum.

-Ein oljuleki sum tann í Meksikoflógvanum hevði fingið sera álvarssamar avleiðingar fyri tað mesta av Noregi, og tað er ikki óhugsandi, at tað sama kann henda her, sigur Erik Solheim, umhvørvismálaráðharri, við Teknisk Ukeblad.

Blaðið vísir á, at norðmenn vóru hepnir í 2004, tá gass lak úr einum stongdum brunni á landgrunninum, men tað eydnaðist nøkrum djørvum monnum at lata brunnin aftur og at forða fyri einari sannari vanlukku, skrivar blaðið.