Noreg tryggjaði Ísrael kjarnorkuvápn

Í 1959 seldu norðmenn Ísrael tungt vatn, sjálvt um teir vistu, at tað skuldi brúkast til at gera kjarnorkuvápn við.

Í fimmtiárunum arbeiddu ísraelsmenn við at útvega sær kjarnorkuvápn, og í 1958 fóru teir at sóknast eftir tungvatni til Dimona-kjarnorkuverkið í Negev-oyðimørkini. Teir skuldu hava 20 tons, og um tað mundið vóru tað bara USA og Noreg, sum vóru før fyri at útvega eina so stóra nøgd. Amerikanararnir søgdu nei, men í januar í 1959 søgdu norðmenn ja.

Í mong ár hava norskir politikarar hildið uppá, at norska stjórnin visti einki um, at ísraelsmenn ætlaðu at brúka tungvatnið til kjarnorkubumbur, men nú hevur norska útvarpið avdúkað, at norðmenn vistu alt. Í einum skjali, sum útvarpið hevur fingið fatur á, sæst, at uttanríkisráðið í Oslo var vitandi um, at ísraelsmenn høvdu eina kjarnorkuvápnaætlan.

Tungvatn verður brúkt til plutonium til kjarnoprkuvápn, og sambært norska útvarpinum var vatnið úr Noregi nóg mikið til, at Ísrael kundi útvega sær fleiri kjarnorkubumbur.

Amerikanski vísindamaðurin Avner Cohen, sum verður hildin vera tann, sum veit mest um tey ísraelsku kjarnorkuvápnini, sigur við NRK, at norska avdúkingin er áhugaverd, men hann heldur kortini, at tað er nógv, sum ikki er komið fram enn. Eitt nú vita vit framvegis ikki, nær og hvussu ísraelsmenn spurdu seg fyri um at fáa tungvatn úr Noregi, sigur hann.