Noreg: Tí er koronupass ikki ein góð loysn

So leingi, sum omikron ferðast runt í samfelagnum, er koronupassið ikki eitt effektivt amboð, sigur virkandi norski heilsustjórin.

 

- Avbjóðingin er, at omikron sær út til at smitta verri enn delta - eisini millum koppsett, sigur heilsustjórin.

"Tíðin er búgvin til at taka koronupassið í brúk í Noregi. Eitt slíkt pass kann brúkast til at avmarka atgongdina hjá ikki-koppsettum til partar av samfelagnum, eitt nú matstovum og konsertum..."

 

Soleiðis segði ein norskur Høgra-politikari í Oslo um vikuskiftið, og tað er VG sum endurgevur.

 

Men, her er virkandi norski heilsustjórin í Noregi, Espen Nakstad, ikki samdur. Hann heldur, at koronupassið kundi verið effektivt, men ikki, nú omikron-frábrigdið herjar um landið. 

 

- Eitt koronupass kundi hugsandi gjørt, at smittuspjaðingin við deltavirusinum minkaði skjótari, og at vit fingu færri innleggingar. Men, avbjóðingin er, at omikron sær út til at smitta verri - eisini millum tey koppsettu.

 

Heilsustjórin heldur, at koronupassið í løtuni hevði givið ein falskan tryggleika, og tískil hevði passið ikki verið ein hjálp í royndini at minka um smittuspjaðingina.

 

Heldur tú tað vera órímiligt at krevja, at ikki-koppsett eru undir strangari reglum enn koppsett?

 

- Ikki-koppsett hava strangari reglur við komu til landið og fólk í heilsuverkinum, sum ikki eru koppsett, eru undir aðrari test-skipan. Men, við omikron er ikki grundarlag fyri at brúka koronupass til at regulera, hvat ikki-koppsett kunnu brúka frítíðina til, heldur Espen Nakstad.

 

Heilsustjórin leggur dent á, at tað framvegis er nógv, sum heilsumyndugleikarnir enn ikki vita um omikron-frábrigdið.

 

- Fyribils kanningar benda á, at fólk ikki gerast eins sjúk við omikron sum við delta, men enn er ov tíðliga at gera sær nakra endaliga niðurstøðu um tað, leggur Espen Nakstad aftrat.

 

VG skrivar, at norska stjórin hin 12. november læt upp fyri møguleikanum, at kommunur, sum ynsktu tað, kundu taka koronupass í nýtslu, og tekniska loysnin kom upp á pláss herfyri.

 

Fólkaheilsustovnurin í Noregi hevur mælt til koronupass, og stovnurin heldur, at koronupassið, nú omikron herjar, kann brúkast saman við einari negativari koronuroynd.

 

 

 

- Avbjóðingin er, at omikron sær út til at smitta verri enn delta - eisini millum koppsett, sigur heilsustjórin.