Noreg stuðlar "reyðu" linjunum hjá Ukraina

- Eitt annað er at tola, at landið ikki hevur fult tamarhald á øllum beinanvegin, sigur Espen Barth Eide

- Noreg stuðlar Ukraina, tá landið ikki formelt vil geva frá sær landaøki í samráðingum við Russland.

 

Tað sigur norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide.

 

- Eitt annað er at tola, at landið ikki hevur fult tamarhald á øllum beinanvegin, sigur hann við tíðindastovuna, NTB.

 

Í dag eru norðurlendskir og baltiskir uttanríkisráðharrar á fundi á donsku oynni, Bornholm.

 

Uttanríkisráðharrarnir úr Póllandi, Týsklandi og Fraklandi eru sambært NTB eisini við á fundinum.