Ein kommuna í Noregi, Nordre Follo, er nú stongd av, og íbúgvarnir í kommununi er bidnir um ikki at hava samband við fólk í grannakommunum, eins og fólk heldur ikki skulu vitja í hesi kommunu.
Borgarstjórin í grannakommununi, Nesodden, Truls Wickholm, heitir á sínar borgarar um ikki at hava samband við fólk í Nordre Follo.
- Vit hava biðið okkara borgarar um í størst møguligan mun at halda seg heima í egnari kommunu. Fólk skulu ikki fara á vitjan í Nordre Follo. Hetta er eisini galdandi fyri tey, sum hava familju har, sigur borgarstjórin í Nesodden við NTB.
Orsøkin til hesar ávaringar í dag er, at bretski varianturin av koronu-virus í løtuni ger um seg í Nordre Follo og tvey gomul fólk eru deyð, sum júst høvdu henda variantin. Borgarstjórin í kommununi, Hanne Opdan, sigur, at fólk mugu fyrireika seg til, at bæði barnagarðar og skúlar verða stongd fyribils.
- Tað er í royndunum, tiknar av teimum báðum, sum nú hava latið lív, at bretski varianturin av koronu-virusinum er staðfestur, sigur kommunuyvirlæknin í Nordre Follo, Kerstin Johnsen Myhrvold, við NRK.
Hon leggur aftrat, at støðan er álvarslig.