Fyri stuttum sungu íðkarnir á tí norska sprint-skíðlandsliðnum ein spottandi sang um Svøríki, aftaná eina kapping í Beitostølen í Noregi.
Hetta fall mongum svenskara fyri bróstið, og hevndin kom eisini á tí stóru árligu ítróttar-gallaveitsluni hjá svensku ítróttini, sum var hildin í Globen í Stockholm.
Høvuðsverturin, Peter Settman legði út við at siga, at norðmenn vóru rotnir. Síðani slapp sangarin, Magnus Uggla á pallin. Við sær hevði Magnus Uggla fleiri blondinir við músaflættum, sum vóru í norskum troyggjum, og sum veittraðu við norskum fløggum.
Á pallinum sang Magnus Uggla um, at Noreg er eitt rotið land og eitt ránsmannalið. Hetta gjørdi hann, meðan hann vísti ein ávísan fingur. - Sært tú ein sjúkan mann, sum slær ein kóp, so kanst tú verða vísur í, at talan er um ein norðmann, rópti Magnus Uggla til stóru fjøldina, sum var stødd í Globen.
Tá sangurin var liðugur kom norski skíð-stoltleikin, Holmenkollen á ein stórskíggja, og var Holmenkollen sprongt sundur í smábitar, fyri at staðfesta svensku hevndina.
Tað bleiv eisini lagt upp til, at tað týdningarmesta hjá Svøríki til olympisku vetrarleikirnar í Vancouver, er at vinna á Noregi.
Nú verður bíðað við spenningi hvussu Noreg fer at hevna framførsluna hjá Magnus Uggla.
Annars kann nevnast, at Zlatan Ibrahimovic gjørdist ársins svenska ítróttarnavn hjá monnum, meðan Helena Jonsson gjørdist ársins ítróttarnavn hjá kvinnum. Men tað er so ikki tað norðmenn minnast frá svensku ítróttargalla-veitsluni í Globen.










