Noreg: Smittutølini eru minkandi

Men, hóast tølini yvir alt landið eru minkandi, veksur smittan kortini í 11 norskum kommunum í løtuni.

 

 

Nýggjastu tølini yvir koronu-smittu siga, at Noregi seinasta samdøgur hevði 279 nýggjar tilburðir við covid-19.

Hetta eru 46 tilburðir fleiri enn dagin fyri.

Til samanburðar kann nevnast, at Noreg týsdagin í síðstu viku hevði 422 nýggar smittutilburðir, sum er 143 fleiri enn seinasta samdøgur.

Tilsamans hevur Noreg nú havt 61.594 tilburðir við covid-19. Tølini eru minkandi sæð um alt landið, men kortini eru 11 kommunur, har tølini eru veksandi.

Í løtuni liggja 122 fólk á sjúkrahúsi í Noregi við covid-19, og talið av deyðum er higartil komið upp á 550.