Noreg slakar við tilbúgvingini

Teir næstu dagarnar verður løgreglan ikki so eyðsýnd i teimum norsku býunum longur, men marknaefirlitið verður framvegis neyvt.

Tá norsku myndugleikarnir hósdagin almannakunngjørdu ávaringina um møguligan yvirgang, bleiv dagurin í gjár nevndur sum tann mest sannlíki álopsdagurin. Men seinnapartin í gjár boðaði løgreglan frá, at vandin fyri yvirgangi er minkaður, og at tann sera umfatandi tilbúgvingin tí verður skerd stigvíst.

 

Kortini skulu norðmenn framvegis venja seg við at síggja vápnað løgreglufólk í gøtunum, og sambært løgregluovastanum, Odd Reidar Humlegård, fara løgreglufólkini at bera vápn, so leingi tað verður hildið neyðugt.

 

Eftirlitið í floghavnunum verður framvegis rættiliga strangt, og vápnað løgreglufólk verða á varðhaldi í floghavnunum Gardermoen og Rygge. Tað sama er at siga um eftirlitið við markið.

 

Nú vandin fyri yvirgangi eftir øllum at døma er við at hasa av, eru norskir politikarar og onnur farin at tingast um, hvør skal gjalda rokningina fyri tilbúgvingina, sum er mett at kosta fleriri tíggjutals milliónir krónur. Løgmálaráðharrin sigur, at hnn ætlar sær at tosa við fíggjarmálaráðharran um at fáa meiri pengar.