Noreg sigraði á Íslandi

Næstseinasta undanroyndin hjá íslendingum áðrenn EM-endaspælið endaði við 2-3 tapi á Ullevaal leikvøllinum í Oslo

 

Íslendingar skulu taka lut í sínum fyrsta endaspæli í fótbólti nakrantíð, tá teir í summar skulu kappast í EM-endaspælinum, sum verður í Fraklandi. Ìsland er í bólki saman við Portugal, Ungarn og Eysturríki.

 

Næstseinasta undanroyndin hjá íslendingum var ímóti norðmonnum í gjárkvøldið. Dysturin var spældur á Ullevaal leikvøllinum í Oslo. Noreg vann 3-2. Noreg var á odda 2-1 í steðginum. Hagtølini vístu, at Noreg hevði 10 royndir á íslendska málið, meðan Ísland hevði átta royndir á tað norska málið. 

 

Stefan Johansen legði Noreg á odda longu í fyrsta minutti. Tá 36 minuttir vóru farnir javnaði Sverrir Ingi Ingason fyri Ísland, men bara fimm minuttir seinni legði Pål Andre Helland Noreg á odda 2-1. Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin økti Alexander Sørloth til 3-1. Tá 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini minkaði Gylfi Þór Sigurðsson um munin til 3-2 til Noreg, sum gjørdist endaliga støðan.

 

Seinasta undanroyndin hjá íslendingum áðrenn teir pakka viðførið og fara til Fraklands verður á Laugardalsvøllinum í Reykjavík. Fótbóltssambandið í Liktinstein hevur dugað væl at telva í hesum førinum. Liktinstein verður mótstøðuliðið á Laugardalsvøllinum, og sostatt seinasta undanroyndin áðrenn íslendingar fara til EM-endaspælið í Fraklandi.