Noreg er júst komin við spildurnýggjum tølum yvir korona-smittað seinasta samdøgnið, og her sær einki serligt út. Tilburðirnir seinasta samdøgnið eru 499, sum er met í Noregi í eitt samdøgur, síðan farsóttin tók seg upp.
Tilsamans hava nú 20.062 fólk í Noregi fingið staðfest covid-19. Í løtuni liggja 61 fólk á sjúkrahúsi, og tað er eitt nógv størri tal, enn tølini annars hava verið fyrr í heyst. Trý fólk liggja í respiratori, og 10 liggja á intensivari deild.
Samlaða talið av deyðum í Noregi er nú 282.
Talið av kannaðum í Noregi er nógv størri nú, enn tað var í byrjanini av farsóttini. Tískil verða eisini nógv fleiri tilburðir staðfestir. Talið av positivum royndum liggur um tvey prosent, sum er ein vøkstur í mun til í síðstu viku, tá prosentparturin var 1,3.