Noreg sendir 100 loftverjurakettir til Ukraina

Norski verjumálaráðharrin sigur, at landið fer at senda 100 rakettir av slagnum »Mistrial« til Ukarina

 

Noreg hevur sent 100 Mistral-rakettir sum ta á myndini til Ukraina, fyri at hjálpa ukrainska herinum í stríðnum ímóti russisku innrásini. (Arkivfoto). - Foto: MBDA Missile Systems / Yves debay/Free

Ukraina kann vænta eina sending upp á 100 rakettir av slagnum »Mistral« úr Noreg.

Tað sigur norski verjumálaráðharrin, Bjørn Arild Gram, sambært norsku tíðindastovuni NTB í morgun.

Rakettirnar skulu hjálpa Ukraina í stríðnum ímóti russisku innrásini, sigur ráðharrin.

– Mistral-loftverjuskipanin er eitt effektivt vápn, sum varð nýtt av sjóverjuni, og sum fer at gera góða nyttu hjá Ukraina, sigur hann.

Talan er um allar rekettirnar av slagnum, sum Noreg hevur.

Verjan hevði longu gjørt av ikki longur at hava rakettirnar.

Tað fer tí sambært norska verjumálaráðnum ikki at hava tær stóru avleiðingarnar fyri norsku verjuna at lata rakettirnar.

– Rakettirnar skulu takast úr norsku verjuni, men tær eru framvegis eitt nútímans vápn, sum fer at gera góða nyttu í Ukraina. Onnur lond hava harumframt latið líknandi vápnaskipanir, sigur norski verjumálaráðharrin.

Ráðharrin leggur afturat, at vápnini longu eru send úr Noreg.

Mistral-rakettirnar verða framleiddar hjá vápnaframleiðaranum MBDA Missile Systemns.

Sambært framleiðaranum eru rakettirnar gjørdar til at raka mál í styttri frástøðu og kunnu skjótast av ymsum plattformum. Tær kunnu harumframt fylgja og raka mál í eini frástøðu upp til 80 kilometrar.

Noreg hevur longu gjørt av at lata rakettir og aðra hernaðarútgerð til Ukraina.

Millum annað hevur Noreg latið ukrainskum hermonnum 4000 pansarverjurakettir av slagnum M72 eins og fleiri ymisk sløg av verjuútgerð og aðra útgerð.

/ritzau/

 

 

Noreg hevur sent 100 Mistral-rakettir sum ta á myndini til Ukraina, fyri at hjálpa ukrainska herinum í stríðnum ímóti russisku innrásini. (Arkivfoto). - Foto: MBDA Missile Systems / Yves debay/Free