Noreg selir mest til Ruslands

Tað eru norðmenn, sum liggja á odda, tá ið ræður um sølu av fiski til Ruslands. Hetta vísa tøl, sum heimasíðan fishnet.ru hevur at bera sínum lesarum. Landið, sum í løtuni økir mest um sín fiskaútflutning til Ruslands, er Chili. Men Noreg liggur framvegis klárt á odda. Av russiska innflutninginum av fiski standa norðmenn fyri meira enn einum triðingi – svarandi til 405 miljónir US-dollarar.