Í morgun sóu alarar á einum alibrúki í Høyanger í Noregi, at ein stórur óboðin gestur svam inni í laksanótni. Talan var um ein tunfisk - ella eina stóra makrelstyrju - sum var 2,82 metrar long og vigaði 330 kilo.
Dagligi leiðarin í Osland Havbruk, sum alifelagið kallast, Marte Hatlevik, sigur, at hetta er fyrstu ferð, at tey í alifelagnum hava upplivað slíkt, og tey løgdu styrjuna til merkis, tá tey fóru at fóðra fyrrapartin í dag.
Hon sigur við norska kringvarpið NRK, at tey tóku málið í stórum álvara og settu eina tilbúgving í verk. Tað fyrsta tey løgdu seg eftir, var, at laksur ikki rýmdi úr nótini. Makrelstyrjan varð tikin við einari nót og avlívað.
Makrelstyrja er, sum navnið sigur, ein fiskur í makrel-familjuni, og hetta er eisini heimsins størsti tunfiskur. Ein slík makrelstyrja kann gerast stívliga tríggjar metrar long, og hon kann viga meira enn 500 kilo.
NRK veit at siga, at alifelagið hevur havt samskifti við norsku fiskivinnuumsitingina í allan dag, og roynt hevur verið at finna út av, hvar holið í nótini er, soleiðis at nótin kann tettast.
Tá til stykkis kom, varð makrelstyrjan - við loyvi frá fiskivinnuumsitingini - avlívað við einari riflu, og síðan er hon flutt til fiskamóttøkuna í Bergen. Lagt verður aftrat, at tað er nógvur matur í 330 kilo'um av tunfiski.
Sagt verður um hetta slag av makrelstyrju, at hon kann svimja við einari ferð á 70 kilometrar um tíman, og av onkrum verður hon rópt "havsins Ferrari".
##med2##