Tann kendi filmleikstjórin Morgan O'Sullivan, sum hevur gjørt eitt nú "The Tufors" og "Camelot", er í ferð við at sera eina røð um víkingarnar, og sum vit fáa høvið at síggja eina ferð næsta ár.
Leikstjórin ætlaði sær at taka ein part av røðini upp inn á teimum norsku firðunum, men hesari ætlanini hevur hann slept, tí tað er ov dýrt í Noregi, sigur hann. Harafturat er hann sera vónsvikin av, at tann norski filmsstovnurin sýtti fyri at lata verkætlanini fíggjarligan stuðul.
Tí hevur Morgan O'Sullivan gjørt av at taka røðina "The Vikings" upp í Írlandi. Noreg verður tó partur av røðini, tí nútímans tøkni ger tað møguligt at klippa teir norsku firðirnar inn í myndirnar.









