Í gjárkvøldið gjørdist greitt, at OL-finalan í kvinnuhondbólti verður millum Noreg og Montenegro. Norsku kvinnurnar vunnu seinnapartin í gjár 31-25 á Suðurkorea, og í gjárkvøldið vunnu kvinnurnar hjá Montenegro rættiliga óvæntað 26-25 á Spania.
Týdningarmesti spælarin hjá Montenegro-kvinnunum er uttan iva tann 32 ára gamla Bojana Popovic (myndin). Hon er væl kend frá donskum hondbólti, har hon spældi í fleiri ár við Slagelse og Viborg. Hon vann Champions League við báðum feløgunum. Men nú gevst hon.
-Mín hondbóltstíð endar við einari OL-finalu, og nú droymi eg um at vinna hana leygardagin, segði Popovic við danska TV2 aftan á dystin í gjárkvøldið.










