Noreg hevur tveir av fremstu leikarunum í Premier League á landsliði sínum, Erling Braut Haaland og Martin Ødegaard, og Noreg var favorittur til at knógva Skotlandi í EM-undankappingarbólki A á heimavølli á Ullevaal leikvøllinum í Oslo í kvøld.
Men tað gjørdist Skotland sum fór við øllum trimum stigunum aftaná ein 2-1 sigur.
Erling Braut Haaland legði Noreg á odda við einum brotssparki tá ein tími var leiktur. Tá klokkan vísti 84 minuttir var Haaland skiftur av vøllinum. Tá var støðan 1-0 til Noreg.
Men seinastu løtuna skelkaði Skotland heimafjøldina. Tá 87 minuttir vóru farnir javnaði Lyndon Dykes til 1-1, og tveir minuttir seinni legði Lyndon Dykes upp til Kenny McLean sum skoraði sigursmálið til 2-1, og so kundi The Tartan Army stórfegnast, og teir fara at síggjast aftur í gøtunum í Oslo í kvøld.
Skotland er fremst í undanbólki A við níggju stigum fyri tríggjar dystir. Noreg hevur bert eitt stig aftaná teir fyrstu tríggjar dystirnar, og tað sær enn einaferð svart út hjá Noregi at røkka einum endaspæli. Noreg hevur rokkið einum endaspæli síðani EM-endaspælið í Niðurlondum og Belgia í 2000.










