ES hevur ásett sær 400.813 tons av makreli, og Noreg hevur ásett sær 183.069 tons - ella 583.882 tons tilsamans, sum er meginparturin av tilmæltu heildarkvotuni. Noreg og ES eru nú vorðin samd um makrelfiskiskapin í Norðuratlantshavi fyri 2011.
Avtalan ber í sær eina lítla øking í kvotunum hjá londunum, men eisini eina økta atgongd á havleiðunum hjá hvørjum øðrum.
Samlaða makrelkvotan hjá ES verður í 2011 400.813 tons, meðan kvotan hjá Noreg verður 183.069 tons.
Fiskeritidende skrivar, at samráðingar hava verið millum strandalondini um býtið av felagskvotuni av makreli, men fyri umleið tveimum vikum síðan tók Ísland seg burtur úr hesum samráðingum.
- Sjálvt um Føroyar vóru við í samráðingunum í síðstu viku, eydnaðist tað kortini ikki Noreg og ES av semjast við Føroyar um býtið av heildarkvotuni, skrivar danska blaðið.