Noreg og ES mugu slaka

Skal nøkur semja fáast um makrelin, noyðast norðmenn og ES at slaka. Tað sigur íslendski vinnumálaráðharrin, Steingrímur J. Sigfússon, nú samráðingar verða í London í dag um makrelin.

Steingrímur J. Sigfússon sigur við íslendska útvarpið, at tað er sjálvandi óheppið, at fiskivinnutjóðir ikki kunnu semjast um um eitt tílíkt mál, soleiðis at fiskiskapurin kann vera burðardyggur.

-Men samstundis noyðast íslendingar at halda upp á rættindini sum strandarland, og harafturat hava nýggjar kanningar staðfest, hvussu nógvur makrelur er í íslendskum sjógvi, og hvussu nógv stovnurin veksur ta tíðina, makrelurin er í íslendska økinum, sigur ráðharrin við íslendska útvarpið.