Amerikanska legendan Bob Dylan skal hava fleiri konsertir í Europa í summar, men stórur munur er á prísinum á atgongumerkjum til konsertirnar.
DR skrivar, at atgongumerkini til konsertirnar hjá Dylan í Danmark og Noregi eru tær dýrastu í Europa. Í Noregi kostar eitt atgongumerki heilar 1200 krónur, og næstdýrast er Danmark við 900 krónum.
Hinvegin kostar atgongumerki til konsert hjá Dylan í italska býnum Udine bert 257 krónur.
Miðlaprísurin fyri alt Europa er 536 krónur, veit DR at siga.
Ein orsøk til teir ymisku prísirnar er, at Bob Dylan skal hava sína løn fyri at spæla, og eru spælistøðini í minna lagi, mugu fyrireikararnir taka meira fyri hvørt atgongumerki. Tey stóru støðini kunnu slaka meira í prísi á einstaka atgongumerkinum, tí fleiri fólk koma á konsert.









