Noreg og Brasil møtast til "umdyst" í Oslo

Spælararnir hjá Noregi, sum framdu størsta fótbóltsavrikið hjá Noregi ímóti Brasil við HM-sigri í 1998 møta sama liðnum aftur

Tá Noreg í bólkaspælinum í HM-endaspælinum í Fraklandi í 1998 vann 2-1 á Brasil 23. juni í Marseille var talan um størsta og fremsta norska landsliðssigurin nakrantíð. Noreg vann seg víðari til áttandapartsfinalurnar, men tapti 0-1 ímóti Italia.

 

Áttandapartsfinalan í HM-endaspælinum í 1998, og OL-bronsa í Týsklandi í 1936 eru bestu søguligu norsku landsliðsúrslitini í mansfótbólti. 

 

"Undurið í Marseille" nevna norðmenn hendan kenda sigurin, 23. juni í 1998. 

 

Nú fáa norðmenn høvið at síggja somu liðini dystast aftur 20 ár seinni. 9. juni komandi ár møtast liðini til "umdyst" á Ullevaal leikvøllinum í Oslo.

 

Hesir hava meldað seg klárar fyri Brasil, og fleiri fara at melda seg klárar til "umdystin": Ronaldo (tann fyrsti, Bebeto, Roberto Carlos, Emerson, Gonçalves, Edmundo, Cesar Sampaio.

 

Hesir hava meldað seg klárar fyri Noreg, og fleiri fara at melda seg klárar til "umdystin": Kjetil Rekdal, Frode Grodås, Tore André Flo, Håvard Flo, Vidar Riseth, Roar Strand, Jan Ivar "Mini" Jakobsen, Stig Inge Bjørnebye, Henning Berg, Erik "Myggen" Mykland, Gunnar Halle, Egil Østenstad, Dan Eggen. Givið er, at Egil "Drillo" Olsen verður venjari. 

 

Vit eru fleiri í Føroyum, sum høvdu ynskt ein líknandi dyst millum Landskrona-liðini hjá Føroyum og Eysturríki. Vónandi gerst tann dysturin eisini veruleiki skjótt.