Vinnuhúsið skrivar á heimasíðu sínari, at norska hagstovan hevur gjørt greining, sum vísir, at at eftirspurningurin eftir faklærdari arbeiðsmegi kann væntast at vaksa nógv skjótari enn útboðið, um ikki tiltøk verða sett í verk fyri at uppraðfesta yrkisútbúgvingarnar. Við verandi gongd metir norska Hagstovan at í alt uml. 130.000 faklærd fara at mangla í 2030. Hetta tal fevnir um bæði privata og almenna geiran.
Innan tað privata økið eru tað serliga fólk við yrkisútbúgvingum innan byggi- og annleggsfakini, elektro og vinnuligari framleiðslu, sum størri tørvur verður á. Innan tað almenna er tað serliga starvsfólk innan heilsu, uppaling og læring, sum tørvur verður á.
Norska arbeiðsgevarafelagið vísir somuleiðis á, at tað er neyðugt at uppraðfesta yrkisútbúgvingarnar fyri at fyribyrgja einum kritiskum tørvi á arbeiðsmegi í framtíðini.
- Hóast greiningin hjá norsku Hagstovuni ikki er ein endaligur fasitlisti, gevur hon tó greiðar ábendingar um, at eftirspurningurin úr Noregi eftir føroyskum handverkarum fer at halda fram í nógv ár afturat, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuni.