Noreg er í torførum olympiskum undankappingarbólki

14. til 17. mars skulu 12 hondbóltslandsliðið kappast um seks pláss í olympiska endaspælinum í París í summar

Noreg sum Føroyar leiktu javnleik 26-26 ímóti hevur eina torføra leið til olympiska endaspælið í París í summar.

 

Noreg er í bólki 3 saman við Ungarn, Portugal og Tunesia. 

 

Olympiska undankappingin verður spæld millum 14. og 17. mars. Tvey tey ovastu liðini í hvørjum bólki vinna seg til olympiska endaspælið.

 

Bólkur 3 verður spældur í Debrechen í Ungarn. 

 

Liðini í bólki 1 eru: Spania, Slovenia, Brasil og Bahrain. Spania er vertur fyri kappingina

 

Liðini í bólki 2 eru: Týskland, Eysturríki, Kroatia og Algeria. Týskland er vertur fyri kappingina. 

 

Frakland, Danmark, Svøríki, Japan, Egyptaland og Argentina hava vunnið seg í olympiska endaspælið.

 

12 lið fara at kappast í olympiska endaspælinum í hondbólti.