Tað kann kanska tykjast eitt sindur løgið, at NRK ikki fylgir betur við og veit, at russisk fiskiskip eisini sleppa í føroyskar havnir. Føroyar og Noreg hava fiskivinnusamstarv, eins og bæði londini eisini hava fiskivinnusamstarv við Russland.
Í morgun veit NRK annars at siga, at fiskiveiðiavtalan millum Noreg og Russland sigur einki um, at russisk fiskiskip neyðturviliga skulu sleppa í norskar havnir.
Norska stjórnin hevur higartil skotið seg inn undir, at tað hevur týdning fyri umsitingina av Barentshavinum, at fiskiveiðisamstarvið millum londini heldur fram, tó at Russland er í álopskríggi í Ukraina og Noreg, sum limur í Nato, eisini hjálpir Ukraina hernaðarliga.
Norski granskingarprofessarin, Geir Hønneland, sum starvast við Fridtjof Nansen Stovnin, heldur, at norska stjórnin er undir munandi trýsti í spurninginum um russisku fiskiskipini í Noregi.
Í Noregi hevur stjórnin nú sett russum avmarkingar fyri, hvørjar havnir skipini kunnu brúka, og Noreg hevur eisini sett eitt munandi eftirlit í verk við russisku fiskiskipunum, sum koma í norskar havnir.
Granskingarprofessarin sigur, at í fiskivinnuavtaluni millum Noreg og Russland stendur einki um, at russisk fiskiskip hava nøkur rættindi at landa fiskin í norskum havnum.
- Nei, hetta er ikki ein partur av avtaluni landanna millum, tí hetta er eitt heilt annað mál, sigur Geir Hønneland.
Hann vísir á, at fiskivinnusamstarvið millum Noreg og Russland byggir á tvær avtalur frá ávikavist 1975 og 1976.
Onnur avtalan snýr seg um at seta á stovn eina fiskivinnunevnd, sum ásetir kvotur og býti. Hin snýr seg um, at skip í báðum londunum kunnu fiska í búskaparligu økjunum hjá hvørjum øðrum.
Tore Henriksen, sum er professari í havrætti, sigur eisini, at Noreg hevur ongar rættarligar skyldur at lata russisk skip landa sína veiði í Noregi.
Í Noregi hava miðlarnir spurt fiskimálaráðharran, Bjørnar Skjæran, hví stjórnin hevur skotið seg inn undir, at russisk fiskiskip eiga at sleppa at landa í norskum havnum, tí londini hava sínámillum fiskivinnuavtalu.
Men, svarið hjá fiskimálaráðharranum er, at høvuðsorsøkin til, at Noreg vil halda fram við fiskiveiðisamstarvinum við Russland, er tað neyðuga við burðardyggari umsiting av fiskatilfeinginum í Barentshavinum.
- Vit mugu vera ansin við at taka avgerðir, sum kunnu seta fiskiveiðisamstarvið við Russland og burðardyggu umsitingina av tilfeinginum í vanda. Hetta er orsøkin til, at russisk fiskiskip framhaldandi sleppa í norskar havnir, sigur hann.
Á einum tíðindafundi í gjár, spurdi tíðindafólk hjá NRK fiskimálaráðharran, um Noreg løgfrøðisliga hevur skyldu til at lata russisk fiskiskip sleppa í norskar havnir.
Í sínum svari ásannaði Bjørnar Skjæran, at eingin beinleiðis samanhangur er millum hesi tingini - tað at samstarva um umsitingina av fiskiríkidøminum og so at loyva russiskum fiskiskipum í norskar havnir.
- Men, fiskivinnusamstarvið millum londini er av grundleggjandi áhuga hjá Noregi, tí samstarvið tryggjar burðardygga umsiting av fiskastovnunum í Barentshavinum, sigur fiskimálaráðharrin.
Í grein á heimasíðuni hjá NRK verður sagt, at Noreg er einasta land í Evropa, sum loyvir russiskum fiskiskipum í sínar havnir. Men, í Føroyum vita vit, at hetta er ikki rætt, tí her hava verið mong russisk fiskiskip, síðan Russland leyp á Ukraina hin 24. februar í ár.
...
##med2##